Statsraad Lehmkuhl vitjar

Norska skúlaskipið kom á Havnina í morgun og fer avstað aftur í morgin

Snotiliga norska skúlaskipið, Statsraad Lehmkuhl, sum er heimahoyrandi í Bergen, kom í morgun á stutta vitjan á Havnina.

Skipið er ikki skúlaskip á hesum túrinum, men hevur ein hóp av ferðafólki við. Ferðin gongur úr Bergen um Hetland til Føroya, og tá skipið fer avstað aftur í morgin, gongur leiðin um Orkneyoyggjarnar heim aftur til Bergen.

Tað vindur alt meiri upp á seg, at seglbátar koma á vitjan, men tað er eitt sindur meiri forkunnugt, at stór seglskip leggja leiðina hendan vegin.