Statsákærin: Lógligt at skjóta yvirgangsmann

Tað var í ordan, tá løgreglumenn í februar skutu og drópu Omar El-Hussein, yvirgangsmannin, ið drap tveir persónar í yvirgangsálopum í Keypmannahavn í februar 2015.


Tað er niðurstøðan hjá danska statsákæranum, Lise-Lotte Nilas, ið hevur kannað tilburðin.


- Skotini, ið drupu El-Hussein, vóru lóglig, neyðug og kunnu verjast. Løgreglufólkini vóru noydd at ganga út frá, at El-Hussein skeyt móti teimum við tí endamáli at drepa tey. Tí var tað lógligt brúk av makt innanfyri karmarnar av lógligari neyðverju og viðtøkunum um skotvápn hjá løgregluni, sigur statsákærin, Lise-Lotte Nilas við Danmark Radio.


Danmark Radio veit eisini at siga, at fimm fólk hava verið varðhaldsfongslaðir síðani mars, ákærd fyri at vera samsek í drápunum. Tann eini varð tó leyslatin í síðstu viku.