Tað er Statoil Føroyar sum leiga støðina og reka hana sjálvir. Hans Waag, sølu- og marknaðarleiðari hjá Statoil, sigur, at síðan støðin læt aftur, hava teir kent tað, sum tað er ein stórur tørvur á eini slíkar støð á Argjum, har nógv fólk búgva.
Støðin hevur alt tað, sum aðrar støðir hjá Statoil í Føroyum hava. Umframt olju- og bensinsølu er handil við bæði kolonial- og kioskvørum, frukt, bakaravørum og fastfood.