StatoilHydro seismikkur við Føroyar fyri 50 milliónir

StatoilHydro er saman við Dong, Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni farið at skjóta seismikk á landgrunninum fyri 50 milliónir krónur. Harrier Explorer er á Havnini. Seismikkskipið Harrier Explorer, sum arbeiðir fyri StatoilHydro á føroyskum øki, kom inn á Havnina týsmorgunin. Skipið skifti manning. Tað eru 46 mans við skipinum. Fyri manningina, sum skal umborð, varð eitt sokallað trygdarskeið hildið á Hotel Hafnia sama dag.

Umframt manningarskiftið, skal skipið bunkra og gera okkurt annað smávegis arbeiði. Tað er Atlantsflog, sum hevur kontrakt fyri manningarskiftið. Uppruna ætlanin var at gera hetta úti á feltinum við tyrlu, men av tí veðrið ikki var til vildar, kom skipið inn á Havnina. Tað er Thor í Hósvík, sum er agentur fyri skipið.

Av StatoilHydro skrivstovuni í Føroyum verður upplýst, at kostnaðurin fyri seismikkarbeiðið er umleið 50 milliónir krónur. Umframt StatoilHydro, sum er fyristøðufelag, eru eisini DONG, Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni við í samtakinum, sum ger arbeiðið. Henda ein tann mest umfatandi seismiska kanningin á føroyska landgrunninum skal vera við til at rudda slóð fyri eini ella møguliga fleiri komandi boringum í loyvum, har StatoilHydro er fyristøðufelag. Endamálið við kanningini er m.a. at finna fram til, hvar besta staðið er at seta borin í. Herfyri segði ovasti altjóða stjórin fyri leiting hjá Statoil Hydro, Tim Dodson við Sosialin eftir fund í London við Johan Dahl, oljumálaráðharra, at StatoilHydro metir Føroyar sum eitt áhugavert leitiøki og fer felagið í minsta lagi at bora ein brunn her komandi árini.