StatoilHydro risayvirskot

Norska oljufelagið StatoilHydro hevði eitt risayvirskot fyrstu nýggju mánaðirnar í ár uppá góðar 40 milliardir krónur eftir skatt

Tað er eftir øllum at døma eitt av teimum allarsterkastu oljufeløgunum í heiminum, sum telist millum feløgini, ið trúgva uppá møguleikan at finna olju í føroysku undirgrundini. Felagið var við í bæði 1. og 2. útbjóðing í Føroyum og á middegi í dag fáa vit at vita, um felagið eisini er við í 3. útbjóðing.

Úrslitið hjá StatoilHydro fyri 9 mánadir 2008, sum varð framlagt í morgun, vísti eitt yvirskot eftir skatt uppá 41,2 milliardir norskar krónur. StatoilHydro sigur m.a., at tann fíggjarliga sterka støðan felagið er í, ger, at felagið er ført fyri at gera tær neyðugu íløgurnar og útgjalda kappingarført vinningsbýti.

Á Jarðfeingi og í vinnuni verður tí eisini fylgt við í stórum spenningi, um norski oljurisin verður við í komandi leitirundu.