Statoil-yvirgangsmaður á lívi

Maðurin aftan fyri gíslatøkuna á Statoil-anlegginum í Algeria í januar mánaði í ár, Moktar Belmokthar, tekur í eini nýggjari yvirlýsing á seg ábyrgdina av eini sjálvmorðsatgerð í Niger í gjár.

Á eini islamistiskari heimasíðu sigur yvirgangsmaðurin, at hann og hansara menn vóru við í álopinum.

Framvegis er ikki endaliga váttað, at talan veruliga er um Belmokthar, sum annars segðist at vera dripin av herdeildum í Chad, men nógv bendir á, at hann altso framvegis er á lívi.

Bæði algeriskar og vesturlendskar fregnartænastur hava í áravís jagstrað algeriska yvirgangsmannin, men eftir øllum at døma enn uttan úrslit.