Oljuleiting og eftirmeting
Teir vóru bæði fegnir og vónsviknir ? serfrøðingarnir hjá Statoil, tá Amerada Hess fyri nøkrum vikum síðani sum fyrsta oljufelagið á føroyska landgrunninum rakti við týðandi nøgdir av olju og gassi á stórum dýpi.
Fegnir - tí fundið hjá Hess var nettup tað málið, sum jarðfrøðingarnir hjá Statoil og hinum feløgunum í samtakinum, peikaðu út sum mest áhugaverda økið, tá umsóknin at leita eftir olju á landgrunninum varð latin inn. ?Upsin? kallaðu teir prospektið, sum teir mettu kundi goyma olju og gass.
Vónsviknir - tí eitt annað oljusamtak fann oljuna teir upprunaliga sjálvir høvdu ætlað sær at fara eftir.
Sosialurin hevur fingið uppspurt frá vælvitandi keldum, at Statoil-serfrøðingarnir vóru so mikið avgjørdir og neyvir í sínum metingum av økinum, har Amerada Hess seinni skuldi raka við olju, at teir í síni umsókn nettupp høvdu víst á møguleikan at finna olju og gass á umleið 4300 metra dýpi. Tað skilst, at júst hesin teigurin og eisini boristaðið tætt uppat markinum var 1. prioritetur hjá Statoil, men tað varð so Amerada Hess, sum fór við hesum teiginum. Hetta varð eisini eitt enn betri ?skot? enn tað hjá Amerada Hess. Tí endaliga málið hjá Hess var niðri á umleið 3800 metrum ella nakrar hundrað metrar ov stutt. Men Hess tevjaði gass á hesum dýpinum og metti, at okkurt meira mátti verða longur niðri. Og so varð. Amerada Hess, Dong og Atlants Kolvetni tóku av sínum eintingum, uttan at hetta varð nakað krav frá Oljumálastýrinum, á seg at bora longur niður.
Við øðrum orðum vóru tað serfrøðingarnir hjá Statoil, sum longu á tekniborðinum ?sóu? olju- og gassfeltið, ið Amerada Hess lutvíst av tilvild men eisini av treiskni at váða nakað meira kom niður á. Blaðið skilur, at Statoil hevði givið hesum økinum navnið ?Upsin?, nú tað lá so djúpt. Veruleikin gjørdist so ein annar og mátti Statoil í útbjóðingini taka til takkar við ?Longuni?, sum vísti seg at vera ein meira ella minni turrur brunnur. Hvussu og ikki so kunnu serfrøðingarnir hjá Statoil, sum sóu Upsan sum besta prospektið á føroyska økinum, fegnast um, at teirra útrokningar og metingar vóru rættar, og teir kunnu somuleiðis fegnast um, at treisknið hjá Amerada Hess hevur sett alt Føroyaøkið í eitt meira positivt ljós.
Tað er ógjørligt at fáa nakra viðmerking hvørki frá Oljumálastýrinum ella Statoil til hesi tíðindini. Men keldur okkara eru góðar nokk. Stóra ?slagið? um fyrstu oljuna stóð tí longu í metingunum av umsóknunum í fyrstu útbjóðing. Flestu feløgini peikaðu á teigin, ið Amerada Hess fekk sum tað mest lovandi økið. Blaðið skilur eisini, at munurin millum umsóknirnar hjá Amerada Hess og Statoil samtøkunum var kanska ikki so stórur. Tað var eftir øllum at døma ein torfør avgerð hjá føroysku oljumyndugleikunum at gera av, hvør skuldi fáa gimsteinin ?Gullhornakrúnuni?. Eisini feløg sum Texaco, Agip, Hydro og Saga vóru úti eftir hesum eina gullrandaða teiginum. Men tað eydnaðist so The Faroes Partnership at fáa loyvið, tí tað eftir øllum at døma hevði bestu umsóknina.