Tað teir hava fingið liggur innanfyri tað teir hava søkt og eisini millum 1. prioritetirnar. Hann vil ikki siga, um Statoil ætlar at bora í næsta ár, men tað fara teir at avgera innan fyri nakrar vikur. Statoilbólkurin hevur bundið seg til at bora tveir brunnar. Um teir taka boriskipið Vest Navion til Føroya hava teir ikki tikið støðu til enn. Tað borar í Grønlandi í løtuni. Teir eru eisini nøgdir við 9-ára loyvið, sum teir hava fingið saman við Anadarko.
Hvat viðvíkur tí føroyska innihaldinum so fer Statoil at halda fram við at stuðla føroyska útbúgving og gransking. Teir hava longu brúkt nógvar mill. til slíkt endamál. -Vit vilja vera við til at menna hetta, sum kann hava stóran týdning fyri vinnuna og samfelagið.










