Statoil við aftur

Tað er rættiliga sannlíkt, at stóra norska oljufelagið, Statoil, verður við aftur, tá 2. útbjóðing á landgrunninum gerst veruleiki.-Vit eru við at gera okkara heimaarbeiði og tá tað er liðugt fara tit at hoyra aftur frá okkum sigur varastjórin fyri altjóðaleiting hjá Statoil í Europa, Gregory Thimes

:
Millum mongu fólkini, sum vóru við á fyrstu ferðini hjá Atlantic Airways úr Stord til Alta í Norðurnoregi herfyri var eisini eitt av fremstu oddafólkunum hjá Statoil, nevniliga Gregory Thimes, sum er leitistjóri fyri alt Europa og harvið eisini fyri leitingina hjá Statoil við Føroyar. Rúni Hansen, sum er maðurin á staðnum, sum stendur á odda fyri leitingini við Føroyar, arbeiðir undir honum.

Hann er sera væl nøgdur við, at Atlantic Airways hevur fingið eitt bein innan fyri í norsku oljuvinnuni. ?Eg eri sera fegin um at síggja, at ein fyritøka í Føroyum, sum vit samstarva við, hevur ein møguleika at víðka um sítt virksemi út um Føroyar.

Tað er norska fyritøkan Aker Stord, sum hevur fingið litið upp í hendi eina rúgvu av uppgávum í sambandi við risastóra Snøhvidprojektið og sum síðani hevur latið Atlantsflog uppgávuna at flyta oljufólk millum suður og norðurnoreg. Gregory Thimes heldur, at eisini aðrar føroyskar fyritøkur kunnu taka við læru av tí, sum her er hent. Um tað eru fyritøkur, sum ynskja og megna at fara út um landoddarnar við sínum virksemi, so eiga tær at leita eftir slíkum høvum sum eitt nú tað hjá Atlantic Airways. Kanska tey kunnu finna eina rók her og har.

Gregory Thimes er fegin um, at hann slapp við til Alta og sigur, at hann tók hesa ferð bæði sum ein part av sínum arbeiði men eisini sum eina stóra uppliving, har hann kom at hitta og læra at kenna eitt nú føroyingar, sum hann vónar, at hann fer at hava meira samstarv við í framtíðini. ?Tað var sera hugnaligt at hitta samar í Hammerfest og njóta gott av teirra gestablídni og teirra siðum. Eisini og ikki minst var tað ein hugtakandi løta, tá føroyingar fóru uppá gólv í samasmáttuna og man sjálvur varð boðin við í ringin. Nakað, sum eg ongantið fari at gloyma. Hetta hevur verið ein frálíkur túrur. Eg haldi eisini, at tað er gott og rætt, at tit føroyingar kunnu síggja, hvussu stór og ógvuslig oljuvinnan kann vera og sipar hann her til Snøhvidverkætlanina, sum føroyska ferðalagið fekk innlit ío undir vitjanini. Talan eru um einki minni enn eina risastóra verkætlan fyri 45 milliardir krónur, og har talan verður um at viðgera, goyma og flyta gass úr Norra til USA.

Valdu Stavanger
Gregory Thimes er amerikanari. Hann hevur tó arbeitt í nógvum londum, eitt nú í Brasil, Indonesia og nú í Noregi.Nakað herfyri kundi hann so velja millum Seatle í USA og Stavanger í Noregi. Familjan valdi at fara til Noregs. Sum leitistjóri fyri Europa umsitur hann eisini alt fyrrverandi Sovjetsamveldið, so uppgávan er stór. Føroyar eru so "bara" ein lítil partur av hansara arbeiðsøki. Gregory Thimes er sera fegin um samstarvið við sín føroyska starvsfelaga, Rúna Hansen og vónar, at teir fyrr ella seinni vera millum tey oljufólkini, sum fara at finna føroysku oljuna. Hann heldur tað eisini vera gott og rætt, at føroyingar manna øll strøv í nýggju oljuvinnuni, eisini leiðslustørv av tí slagnum, sum Rúni Hansen røkir fyri Statoil.

Gregory Thimes dylur ikki fyri, at hóast Statoil er virkið á føroyaøkinum, so verður tað framhaldandi mett sum eitt nýtt og frontierøki í oljuhøpi, eitt sokallað "highrisk"øki. ?Men eins og tað er galdandi fyri nógvar aðrar partar av verðini, har tú ynskir at finna olju, so mást tú vera áhaldandi og miðvísur. Tú mást brúka ta neyðugu tíðina og orkuna til at gera títt heimaarbeiði, og tað er nettupp tað vit gera í Føroyum. So hóast teir einki hava funnið í tí fyrsta brunninum, so er hetta partur av "the game" sum hann málber seg. Tað ræður um at útvega sær so nógvar upplýsingar til tilber og at brúka ta røttu tøknina.

2. útbjóðing
Statoilstjórin sigur, at serfrøðingarnir hjá Statoil í løtuni eru við at hyggja at 2. úbjóðing við Føroyar. ?Vit hyggja sera nágreiniliga at øllum tí, sum verður boðið út og fara at gera okkara metingar, tá tíðin er búgvin. Sum skilst er neyvan nakað ivamál um, at Statoil verður við í eini nýggjari útbjóðing. Tað hevur ljóðað, at felagið kanska fer at finna sær nýggjar samstarvspartnarar, nú ein nýggj runda stendur fyri framman. Fólk í oljuvinnuni halda, at eitt samstarv millum Statoil og stóra amerikanska oljufelagið ChevronTexaco er náttúrligt, nú bæði feløgini hava funnið saman beint hinumegin markið og fara at bora ein brunn har í juli ella august. Gareth Alinson vil ikki gera viðmerkingar til tað í hesum umfarinum. Hann kann bara lova, at Statoil verður við, tá 2. runda gerst veruleiki.