Statoil ætlar sær til Grønlands

Statoil ætlar sær at fara undir oljuleiting í Grønlandi sum skjótast. Norska blaðið Dagens Næringsliv skrivar, at Statoil ætlar sær at bjóða seg fram, tá næsta

útbjóðingarumfar verður í Grønlandi í 2013.

Ein talsmaður fyri Statoil sigur við blaðið, at felagið er sannført um, at nógv olja og gass eru í grønlendsku undirgrundini, og harafturat benda tey jarðfrøðiligu viðurskiftini á, at Grønland er eitt áhugavert øki, sigur hann.

Í 2000 gjørdi Statoil eina roynd at finna olju í Vesturgrønlandi, men fann einki.