Statoil til Brasil

Norska oljufelagið Statoil hevur sett sær fyri at leita eftir olju á einari leið á brasilska landgrunninum.

Brasilsku myndugleikarnir fara at hava eitt nýtt útbjóðingarumfar um stutta tíð, og tá ætlar Statoil at liggja framvið. Felagið hevur longu fingið sær skrivstovu í Rio de Janeiro. Stjórin á deildini, Jacob Sannes, sigur við Aftenposten, at felagið hevur góðar vónir um at fáa minst eitt leitingarloyvi, og at felagið er til reiðar at fara undir at royndarbora einarferð í 2005. Statoil arbeiðir saman við almenna brasilska oljufelagnum, Petrobras, sum situr á 90 prosentum av brasilska landgrunninum.

Jacob Sannes ivast ikki í, at fleiri aðrar norskar fyritøkur kunnu fáa gagn av tí, fær Statoil leitingarloyvi í Brasil. Norsku kongshjúnini eru í hesum døgum á almennari vitjan í Brasil, og saman við teimum er eitt stórt tal av vinnulívsfólkum, sum fegin vilja hava fótafesti í landinum.