Væntandi verða út ímóti túsund leiðandi størv hjá Statoil í Noregi flutt til bíligari lond. Umhugsað verður at flyta til Riga, India og seks onnur støð.
Eitt umsitingarligt starvsfólk hjá Statoil kostar um 60.000 krónur um mánaðin í Noregi, men bara um 8.500 krónur í Riga. Fermetraprísurin av skrivstovuhølum í Noregi er 2300 kr., men í Riga er hann 100 krónur fyri fermeturin, stendur í innanhýsisskjali, sum norska Aftenbladet hevur fingið hendur á.
Sambært skjalinum hevur Statoil ætlanir um at flyta 250-350 størv áðrenn 2015 og út ímóti 1000 størvum fram til l2020.
Fakfelagið Industri Energi er hart ímóti, at oljufelagið hjá norska statinum ætlar at flyta av landinum.
Myndin: Helge Lund, virkisleiðari
(foto: Jarle Aasland)










