Jógvan Hugo Gardar
skrivar úr Oslo
Ein sera snópin Saga-stjóri, Diderik Schnitler, veit ikki rættuliga, hvat hann skal meina og siga, aftaná at Statoil mikudagin kunngjørdi, at felagið nú eigur 20 prosent av partabrøvunum í Saga Petroleum.
Leiðslan í Saga Petroleum visti einki fyrrenn boðini komu frá Statoil um, at nú sita teir á 20 prosentum av partabrøvunum. Diderik Schnitler óttast nú, hvat Statoil-stjórin Harald Norvik nú skal finna uppá, og at næsta fet kann hótta Saga Petroleum sum sjálvstøðugt oljufelag.
Ikki samdir
Statoil sigur, at teir ynskja at styrkja um samstarvið millum oljufeløgini, og at tað er orsøkin til, at teir keypa Saga-partabrøv. Saga-stjórin er ikki samdur. Hann ivast ikki í, at hetta bert ger samstarvið enn truplari.
Statoil vil vera við, at teir bert ynskja at tryggja, at Saga Petroleum eisini í framtíðini verður á norskum hondum.
Olju- og orkumálaráðharri Marit Arnstad sigur, at hetta partabrævakeypið ikki er brot á norska lóg, og at hon ikki ætlar sær at gera nakað í løtuni.
? Ognarparturin hjá Statoil hóttir ikki Saga sum eitt sjálvstøðugt felag. Vit mugu eisini hava í huganum, at vit hava fastan oljupolitikk í Noregi sum sigur, at tað skulu vera trý sjálvstøðug oljuumhvørvi í Noregi, tað vil siga, at Statoil, Saga og Norsk Hydro eisini í framtíðini skulu vera egin feløg.
Keypa meir
Marit Arnstad ynskir ikki at gera viðmerkingar til spurningarnar, um hon hevur givið Statoil loyvi til at keypa fleiri Saga-partabrøv, ella um hon vil geva eitt slíkt loyvi.
Hon leggur annars dent á, at tað eigur at vera havt í huganum, at Statoil ikki krevur nevndarsess í Saga Petroleum. Tað hevði Norsk Hydro heldur ikki, tá teir sótu á einum minniluta av partabrøvunum.
Statoil sigur í eini viðmerking, at tey í løtuni ikki hava ætlanir um at keypa meir Saga-partabrøv.










