Statoil setir ferð á leiting við Føroyar

Avgerðin hjá amerikanska oljufelagnum ExxonMobil at keypa seg inn í heili trý leitiloyvi hjá Statoil á føroyska landgrunninum hevur eftir øllum at døma avgerandi týdning fyri framtìðar oljuleiting við Føroyar. Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil er sera fegin um at hava gjørt avtalu við heimsins størsta oljufelag og fer Statoil nú at brúka allar kreftir til arbeiði sítt á Føroyaøkinum.

Loyniorðini í hesi fyri Føroyar risastóru verkætlan eru býti av váða. Upprunaliga varð Statoil nærum einsamalt í eini komandi boring, ein óhaldbar støða, og tí varð tað sera kærkomið, at eitt annað oljufelag og entá tað størsta í heiminum, bráddliga vildi vera við at deila váðan í ikki bert komandi boring í summar men eisini í øðrum møguligum framtíðar brunnum.

Ein kelda í oljuheiminum sigur við Portalin, at fyri leitingina við Føroyar er henda gongdin einki minni enn eitt ?mirakkul?, tí hetta tekur broddin av afturgongdini í leitingini, har fleiri feløg eru rýmd, og har Statoil tí sat eftir nærum einsamalt við so nógvum loyvum. Lykilin til loksins at lata upp fyri loyvunum eigur nettupp ExxonMobil.

-Henda nýggja støðan ger sigur Rúni M. Hansen, at tað verður borað í summar, og kann eitt líkinda úrslit av hesi boring hava við sær, at tað koma aðrir brunnar aftrat næstu árini.

Rúni M. Hansen dylur ikki fyri, at tey eru sera væl nøgd at hava fingið hetta felagið við í samtakið, tí talan er um eitt ábyrdarfult og gott felag, sum kemur við bæði tøkniligari ekspertisu og royndum umframt stórari fíggjarligari styrki. Samanumtikið ein vinnarastøða fyri bæði føroyska samfelagið og tey trý oljufeløgini, sum fara at bora í summar.