Oljuleiting/Analysa
Hóast BP og Statoil á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í fjør søgdu frá, at tey fóru helst at bora í 2003, kann tað hugsast, at feløgini vilja brúka uppaftur meira tíð til sítt kanningarbeiði og vilja bora hinar brunnarnar tey hava bundið seg til í 2004. Hetta frættist frá keldum í oljuumhvørvi.
Tað kann so merkja, at eingin boring verður í ár, bert ein næsta ár og tvær í 2004. Tá skal tó viðmerkjast, at vit ikki vita, hvussu verður stætt við fundinum hjá Hess. Um úrslitið av víðari kanningunum í ár og boringin á bretskum øki beint við markið í vár fer at vera positivt, so kann hugsast, at Hess fer at bora ein ella fleiri metingar- og avmarkingarbrunnar (apprailsalwells) seinni í ár ella í næsta ár. Tað veldst alt um, hvussu útlitini er fyri einum lønandi fundi á Føroyaøkinum.
Alt hetta merkir, at virksemið í sambandi við eina møguliga oljuvinnu á føroyskum øki fer at verða rættiliga avmarkað í ár og í næsta ár. Vart skal tó gerast við, at hetta eru egnar metingar, sum lutvíst eisini eru bygdar á samrøður við keldur í oljuvinnuni men sum sagt ikki váttaðar av oljufeløgum ella myndugleikum.










