Statoil leigar skip frá leirvíkingum

Supply Service í leirvík hevur skrivað undir sáttmála við norska oljurisan, Statoil, um at leiga veitingarskipið, Sjoborg, sum er undir bygging í Norra.

Sjoborg”verður latin reiðarínum 23. mars, og fer síðani beinleiðis til Bergen, har sáttmálaskeiðið við Statoil byrjar.

Sáttmálaskeiðið er 6 mánaðar við møguleika fyri at leingja í 1 ár.

Umframt veiting, fevnir sáttmálin eisini um oljurudding og bjarging og Sjoborg verður mannað við føroyingum burturav.

Sjoborg” er av slagnum Havyard 833. Tað er sniðgivið og ment á Havyard Design í tøttum samstarvi við Supply Service.

Denturin var lagdur á at fáa eitt skip, sum er bíligt í rakstri, sum kann brúkast til nógv endamál og har umstøðurnar hjá manningini eru góðar.

Dentur er eisini lagdur á at menna eitt umhvørvisvinarligt skip.

Úrslitið er eitt skip, sum er væl útgjørt at bjóða seg fram til flestu sløg av tænastum og veitingum til frálandavinnuna.

Sjoborg er 86 metrar long og 19,6 metrar breið. Deyðvektin er 4700 tons og deksvíddin er 1002 fermetrar.

Skipið siglur 15 míl.

Í Supply Service fegnast tey um sáttmálan við Statoil, sum tað felagið á norskum øki, sum hevur størsta virksemi.

- Sáttmálin staðfestir eisini tað góða arbeiðið, sum manningin á hinum veitingarskipunum hjá reiðarínum, Eldborg og Saeborg, hava avrikað”, sigur Jens Meinhard Rasmussen í eini viðmerking