Stefan í Skorini
Fimta árið á rað skipar Tórshavnar Súkklufelag saman við Statoil fyri súkklukappingini Statoil kring Føroyar, sum verður í døgunum 19.-23. juli. Hetta er ein etapu kapping, skipað eins og Tour de France. Mannagongdin verður stórt sæð tann sama sum í fjør, tá ið kappingin varð sera væl eydnað. Byrjað verður tann 19. juli við einum prologi í Klaksvík, og síðani verða etapur í Eysturoynni, Sandoynni, Suðuroynni og Streymoynni. Tíðirnar frá hvørjari etapu verða lagdar saman og vinnarin funnin út frá teimum. Tann súkklarin, sum førir í samlaðu kappingini, verður í eini bláari føraratroyggju við Statoil merkinum á. Súkklararnir koma á mál á Statoil støðunum á staðnum, har skipað verður fyri ymiskum undirhaldi. Tilsaman leggja súkklararnir umleið 300 km afturum bak.
Súkklararnir
Undanfarnir vinnarar av kappingini eru Bogi Christiansen og Rógvi Johansen, men bert Rógvi Johansen verður við sum súkklari í ár. Bogi Christiansen er ein av fyriskiparunum av kappingini.
Rógvi Johansen er favorittur at vinna kappingina, og tað gav hann eisini eina góða ábending um á Jóanssøku, tá ið hann vann kappingina har sera sannførandi. Rógvi Johansen vann kappingina í fjør og byrjar tí í bláu føraratroyggjuni.
Eins og í fjør luttaka fleiri súkklarar úr Danmark, og nakrir av teimum skuldu kunna givið Rógva góða kapping. Her er serliga talan um Simon Borchman, sum inntil í fjør var professionellur súkklari hjá Team Chicky World í Århus, har Rógvi Johansen eisini hevur verið, tó bert sum amatørur. Hin danski súkklarin, sum føroyingar vænta sær nógv av, er Jørgen Andersen. Hann er í A-klassanum niðri í Danmark, so tað er eyðsæð, at hann ger eitt sindur um seg. Jørgen Andersen er tó ikki væl egnaður til tað slagið av kapping, sum Statoil kring Føroyar er. Teir danir, sum vóru við í fjør, hava latið sera væl at kappingini, og tí er talið av dønum í kappingini aftur í ár stórt.
Teir føroysku súkklararnir, sum væntast kann mest av umframt Rógva Johansen, eru Gunnar Dahl Olsen og Jóhan Brend. Jóhan Brend súkklar í løtuni við Gladsaxe niðri í Danmark, og hann hevur ongantíð verið í betri venjing enn júst nú. Jóhan Brend klárar seg vanliga best í einkultstarti.
Gunnar Dahl Olsen er kanska besti súkklarin her heima í Føroyum í løtuni, og hann fylgdi Rógva Johansen longst á Jóanssøku. Gunnar hevur júst verið í Danmark og luttikið í Sjælland Runt, har hann gjørdist nummar seks í C-klassanum, og tað er hansara besta úrslit higartil.
Súkklufelagið gjørdi eina roynd at fáa súkklarar aðrastaðni frá at verða við í kappingini, men hetta miseydnaðist. Ætlanin var annars, at súkklarar av Ynes Mon og úr Hetlandi skuldu koma hendanvegin.
Økta virksemið hjá Súkklufelagnum hevur við sær, at í ár eru fleiri ungir súkklarar við í kappingini. Eisini er ein genta við í kappingini, og tað er fyrstu ferð í Statoil kring Føroyar.
Gjørt heimasíðu
Í sambandi við Statoil kring Føroyar hevur Tórshavnar Súkklufelag gjørt eina heimasíðu á internetinum, sum er at finna á tsf.fo. Har ber til at finna allar upplýsingar um kappingina. Ruturnar, sum súkklað verður á, og eisini eru upplýsingar um teir einstøku súkklararnar at finna har. Síðan er eisini ætlað teimum donsku súkklarunum, sum koma hendanvegin, og tí er hon eisini á donskum máli. Teir danir, sum luttóku í fjør, vóru ikki nóg væl fyrireikarir til kappingina, men tí hava teir so møguleika fyri hesuferð.k.
Fara tit aftur at nýta harðskap?
- Vit nýta ikki harðskap!
Eru tit vápnaðir?
- Ja, vit hava kanónir. Men tær skjóta bara við sukulátukøkum, ha, ha...
Hava tit ongan skarpan lóður við?
- Nei, vit nýta ikki vápn!
Hvussu fara tit at leggja uppí grindadráp?
- Vit fara fyrst at royna at reka grindir burtur frá oyggjunum. Tá ið vit leggja beinleiðis upp í drápið, fara vit ikki at løsta nakran!
Men, leggja tit upp í grindadrápið, so bróta tit føroyska lóg?
- Eg leggi einki í lógir, sum....
Ert tú anarkistur?
- Anarkistur...?...ehhh, nei...men eg leggi einki í lógir, ið verja órættvísi og ræðuleika. Vit eru ein altjóða felagsskapur. Ikki ein føroyskur.