Statoil gjørdi kvetti

Almenna norska oljufelagið Statoil fekk væl burturúr, tá norska olju- og orkumálaráðið lutaði nýggjar leitingarleiðir út fyrr í vikuni. Av teimum 16 leitingarloyvunum, sum vórðu útlutað, fekk Statoil tey fýra, og harafturat er felagið við í fimm øðrum loyvum saman við øðrum feløgum.

Myndugleikarnir høvdu boðið 90 leitingarleiðir út, men oljufeløgini høvdu bara áhuga í 50 teirra. Kortini er Einar Steensnæs, oljumálaráðharri, væl nøgdur við áhugan fyri tí átjanda útbjóðingarumfarinum, sum er tað størsta, síðani norðmenn fóru undir oljuleiting í sekstiárunum. Eydnast leitingin á teimum nýggju leiðunum væl, kunnu feløgini finna meiri enn hundrað nýggjar brunnar, sigur Einar Steensnæs.

Gjørdi Statoil kvetti, fekk norski staturin eisini væl burtur úr hesum útbjóðingarumfarinum. Staturin eigur 82 prosent av Statoil, og hann eigur eisini 42 prosent av Norsk Hydro, sum fekk tvey leitingarloyvi, og sum harafturat er við í tveimum øðrum loyvum.