Norska oljufelagið Statoil, sum saman við feløgunum Phillips, Veba og Enterprise hevur borað eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum síðani 11. juli, er nú givið at bora. Eftir heilt óvæntað at hava rent borin í eina sill fyri nøkrum døgum síðani, varð borað nakað víðari gjøgnum sand og lættari tilfar. Men leygarmorgunin varð tó gjørt av at steðga boringini. Teir vórðu tá komnir góðar 4000 metrar niður. Upprunaliga ætlanin var at bora niður á 4200 metrar.
Internetsosialurin veit frá álítandi keldum, at Statoil hevur hvørki funnið olju ella gass. Tó skilst, at Sovereign Explorer teir seinastu metrarnar brádliga kom fram á oljuspor, sum bera boð um eina ella aðra virkna oljuskipan. Statoil ger nú seinastu mátingarnar í brunninum og fer komandi tíðin at verða brúkt til at evaluera alla verkætlanina og upplýsingarnar, sum eru fingnir til vega. Samanumtikið má sigast, at henda fyrsta boringin á føroyska landgrunninum er miseydnað.
Tað man tó neyvan koma heilt ávart á feløgini í Statoilbólkinum ella myndugleikar í Føroyum, at eingin olja varð funnin í hesum fyrsta brunninum. Statoil hevði nevniliga sett sannlíkið at finna olju til 30% ella við øðrum orðum, 70% sannlíki vóru fyri ikki at finna olju. Fyri fjúrtan døgum síðani úttalaði jarðfrøðingur seg til Sosialin um stóru óvissuna í slíkari boring. Hann segði, at ringasta marran hjá øllum jarðfrøðingum, sum arbeiða við Føroyaøkinum, var óttin fyri at stoyta á ókent basalt, meðan borað varð niðureftir. Og tað er eftir øllum at døma júst tað, sum er hent í boringini. Herfyri úttalaði stjórin hjá Statoil, Rúni Hansen fyri Sosialinum, at fór henda fyrsta boringin at miseydnast, so fóru teir ikki at bora seinna brunnin fyrr enn í 2003.
BP heldur annars fram við at bora. Vælvitandi keldur hava upplýst fyri Sosialinum, at eisini BP hevur funnið oljuspor í síni boring, men eftir øllum at døma hevur BP heldur ikki rakt við nakra oljukeldu enn. Men so leingi borað verður eru vónir fyri at gera fund. BP skal bora niður á 4800 metrar og eftir hvat skilst eru nakrir hundrað metrar eftir. Fyribils hevur BP sagt seg vilja gevast at bora 12. ella 15. september.
BP hevur bundið seg til at bora tríggjar brunnar tilsamans á føroyska økinum innan 2004. Eingin støða er tikin til hinar brunnarnar. Tað veldst um úrslitið av hesi boringini og helst eisini komandi boringini á bretskum øki. Tá West Navion er liðugt at bora á føroyska landgrunninum skal tað bora ein brunn skamt frá markinum á bretskum øki. Úrslitið av tí boringini fer uttan iva eisini at hava týdning fyri víðari virksemið hjá BP í Føroyum.










