Statoil framvegis virkið á føroyaøkinum

-Eins og at øll hini oljufeløgini framhaldandi sýna leitingini við Føroyar áhuga

Oljuleiting


-Vit hava longt 9 ára loyvið hjá Statoil og einum øðrum felag og leggja nú seinastu hond á at fáa tað triðja níggju ára loyvið á føroyska økinum uppá pláss, og tí er heldur einki, sum bendir á, at Statoil ella nakað av hinum feløgunum, sum hava leitiloyvi, hava í umbúnað at taka seg úr økinum. Hetta sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður, nú tað hevur verið róð uppundir í útlendskari pressu, at oljufeløgini, sum hava leitiloyvi við Føroyar, eru við at missa áhugan heilt. Press and Journal í Skotlandi skrivaði í farnu við við at vísa til "speculation among Faroese media" , at oljufeløg eru við at missa áhugan, sjálvt um bara nakrir fáir brunnar eru boraðir, og at eitt nú Statoil er á veg út úr føroyaøkinum, ella sum tað stendur orðað, "Statoil apparently wants to dump the Faroes". Nakað líknandi hevur eisini verið frammi í bæði danskari og norskari pressu.

Eitt nú ger útlendski oljufjølmiðilin "OKI News" nógv burtur úr og skrivar m.a., at úrslitini av leitingini hava ikki verið nøktandi fyri partaeigararnar, og fleiri av feløgunum umhugsa at taka seg úr økinum. Sagt verður m.a.:

"Results have not been satisfactory to leaseholders to date, however, and
several of the companies that have been exploring the area are said to be
considering withdrawing. Both BP and Amerada Hess have reportedly told
Faroese Radio they will not drill in there in 2004, and Statoil is
reportedly ready to withdraw. It and Hess both are bound by their licensing
agreements to drill one more well each before 2006, and BP is required to
drill two more wells"

Eyðun Elttør, landsstýrismaður sigur, at hetta kemur sera óvart á seg og kann hann bara fáa hetta til at vera eina mistulking og misfatan av tíðindunum um, at einki av feløgunum fer at bora í næsta ár og í fyrsta lagi í 2005. ?Tað er als einki nýtt fyri okkum í Oljumálaráðnum, at feløgini, sum hava 6 ára loyvi, ikki fara at bora í næsta ár. Tað hava tey fyri langari tíð síðani givið okkum fatan av, og tað er heldur einki krav, at tey skulu bora í 2004, tí sambart loyvinum kunnu tey bíða við at bora til 2006 leggur hann aftrat.

Hann sigur annars, at tað er sera óheppið, um misvísandi tíðindi koma út í útlendska oljupressu um tilgongdina í Føroyum, nú Oljumálaráðið nettupp hevur lagt upp til eina nýggja útbjóðing og hevur skrivað til oljufeløgini um at fáa tey at vera við í eini nýggjari nominatiónsrundu fyri Føroyaøkið. ?Eg vil tí gera púra greitt, at vit í Oljumrálaráðnum hava als ongan varhuga av, at nakað av feløgunum er við at taka seg úr økinum. Tvørturímóti hava tey víst stóran áhuga fyri at varðveita 9 ára loyvini, og tey, sum hava brunnar eftir at bora í 6 ára loyvunum hava sagt frá, at tey vilja fyrireika seg meira, áðrenn tey bora teir írestandi fýra brunnarnar. Eitt nú við at gera fleiri seismiskar kanningar.

Rúni Hansen, stjóri í Statoil váttar orðini hjá landsstýrismanninum um, at Statoil hevur ikki ætlanir um at taka seg úr Føroyaøkinum.