So nærkast aftur tíðin, tá bæði føroyskir og útlendskir súkklarar eftir fimm døgum fara at kappast kring landið. Hesa ferð verður stóra súkklukappingin frá 21. til 25. juli, og súkklað verður í Klaksvík, Eysturoynni, Suðuroynni, Vágum og Streymoynni.
Hetta er fimtanda árið, at Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri kappingini, ið hesi árini hevur havt heitið Statoil Kring Føroyar. Tað fer kappingin aftur at eita í ár, men tó er talan um ein nýggjan høvuðsstuðul hesa ferð, Statoil Faroes, ið fæst við oljuleiting í føroyskum øki og er partur av altjóða oljufelagnum, Statoil.
Í gjár var tíðindafundur í Kaffihúsinum á Bryggjubakka, har Geyr Gilsteinsson, formaður í Tórshavnar Súkklufelag, og Louisa A. Fjalsbak, umboð fyri Statoil Faroes, skrivaðu undir nýggja samstarvs- og stuðulssáttmálan, sum fyribils er galdandi fyri kappingina í ár. Sostatt fær kappingin nýtt búmerki og nýggjar litir, men líkist annars sær sjálvari.
– Vit eru sera glaðir fyri, at vit hava fingið í lag samstarv við Statoil Faroes, sum verður okkara høvuðsstuðul í ár. Báðir partar eru nøgdir við ta avtalu, vit hava gjørt, so nú verður spennandi at royna hetta samstarvið, sigur Geyr Gilsteinsson.
– Kappingin er aftur í ár skipað sum liðkapping, samstundis sum einstaklingar eisini kunnu kappast. Hetta varð roynt við sera góðum úrsliti í fjør, og tí verður við spenningi sæð fram til, hvussu tey ymsu liðini verða mannað. At stórur útlendskur áhugi er fyri kappingini, ger tað ikki minni spennandi at skipa fyri.
Nógvar tilmeldingar
Higartil hava longu 27 súkklarar meldað seg til, og tað er óvanliga nógv, tá framvegis næstan tveir mánaðir eru eftir til kappingina. Av teimum 27 eru 18 danskir súkklarar og restin eru so føroyingar. Men væntandi koma eisini nakrir íslendingar aftrat, umframt fleiri føroyingar.
– Vit vita, hvussu tað er, at summi altíð koma í síðstu løtu, men tí hava vit eisini pláss fyri. Men so skal eisini sigast, at tað hjálpir sjálvandi okkum sum fyrireikarar sera væl, um súkklarar boða frá í góðari tíð, at teir ætla sær við, sigur Geyr Gilsteinsson.
– Hóast kappingin er sær sjálvari lík, verða onkrar broytingar. Millum annað fara vit ikki í Sandoynna, men í Vágar í staðin. Somuleiðis verður súkklingin í Suðuroynni í ár fríggjadag og ikki leygardag, sum hon plagar at vera, tí við at flyta eitt sindur um upp á tað heila, fæst meira burtur úr tí frítíð og hvíld, súkklararnir eisini hava brúk fyri hasar dagarnar.
Byrjað verður við prologi í Klaksvík mikukvøldið 21. juli, og síðani verður hildið fram 110 kilometra longum teini úr Havn til Runavíkar hósdagin, 77 kilometra langa Suðuroyarteininum fríggjadagin, 30 kilometra longum einkultstarti í Vágum leygardagin og at enda Streymoyarteininum sunnudagin, sum er 109 kilometrar.