Statoil eitt gott val hjá føroyingum

-bert spell, at hitt norska oljufelagið ikki megnaði at fáa loyvi.

Eisini norski oljumálaráðharrin nýtti høvi at vísa føroyingum ans á oljuráðstevnuni í Stavanger. Saman við forsætisráðharranum Jens Stoltenberg og norska konginum vitjaði hann føroyska básin, tá framsýningin lat upp týsdagin. Olaf Akselsen nýtti eisini høvi her at heilsa uppá føroyska starvsbróðurin.

Akselsen, sum tók við starvinum herfyri, sigur við Sosialin, at hann er fegin um, at føroyingar valdu Statoil sum eitt av feløgunum til at leita eftir olju og gassi á landgrunninum. Hann sigur seg vóna, at bæði Statoil og onnur oljufeløg, sum fara at virka í Føroyum, fara at brúka norska teknologi, tá tey skulu gera sínar kanningar.

-Eg hevði ein sera positivan fund við Eyðun Elttør og har segði eg honum, at við teimum 35 ára royndunum, sum vit í Noregi hava á oljuøkinum, so eru vit sera áhugaðir í samstarvi og vilja bjóða fram ta hjálp, sum føroyingar hava brúk fyri.

Olaf Akselsen vónar, at tað verða funnar stórar goymslur við bæði olju og gassi á føroyska landgrunninum.

Spurdur um hann ikki er vónsvikin av, at hitt norska hálvalmenna oljufelagið Norsk Hydro ikki fekk leitiloyvi sigur Akselsen, at tað er spell, at tað ikki hevur klárað seg í kappingini. -Ég havi ikki nóg nógvan kunnleika til, hví tað gekk sum tað gjørdi, men eg kann so bert vera fegin um, at tað eydnaðist øðrum av norsku oljufeløgunum at vera við.

Hvat viðvíkur vónunum at finna olju við Føroyar, so heldur norski oljumálaráðharrin tað vera rættiliga sannlíkt, at olja er til steðar, nú stór fund eru gjørd so stutt frá markinum.

Norski oljumálaráðharrin hevur ongar ætlanir at vitja í Føroyum í næstum, men tað hevði kunnað verið áhugavert at vitjað norrønu ættfrændir sínar.