Statoil borar í Pegasus í juni

Gongst sum ætlað verður uttan iva fyrsti brunnurin á føroyska landgrunninum boraður longu í juni mánað næsta ár tvs. um gott og væl eitt hálvt ár


 

-Vit ætla at bora í juni, men endaliga avgerðin fellur í november, tá vit og samstarvsfeløgini skulu hava fund sigur John Inderhaug, stjóri í Statoil og oddamaðurin í oljusamtakinum Statoil, Phillips Petroleum, Veba og Enterprise.

Sáttmáli er gjørdur við oljupallfelagið Transocean um leigu av boripallinum Sovereign Explorer, ein gamal kenningur á Atlantsmótinum. Pallurin hevur verið brúktur til at bora nógvar brunnar á djúpum vatni millum Føroyar og Hetland.

John Inderhaug upplýsir, at teir fara at bora á 1000 metrar dýpi í einum tertier-prospekti í undirgrundini, sum teir hava valt at kalla Pegasus. Tað er navnið á tí kenda hestinum í griksku mytologiini. Tað er í teiginum 6005/19. Statoilsamtakið hevur bundið seg til at bora tveir brunnar í tí loyvi tað hevur fingið í 1. útbjóðing. Hin brunnurin verður boraður í einum prospekti, sum hevur fingið fiskanavnið Longan. Henda boringin verður tó ikki gjørd fyrr enn feløgini hava savnað saman meira 3D seismikk. Teir ætla at skjóta 3D seismikk í summar og síðani skal hann tulkast. John Inderhaug sigur, at teir umhugsa at fara djúpri niður í undirgrundina í hesi boringini.

Tað hevur annars verið rættiliga óvist, um Statoil-bólkurin fór at bora næsta summar. Nú hevur tað so eydnast at fáa ein boripall, og tað broytir helst heilt myndina.

Hvussu lovandi - prospektivt - er so Pegasus-prospektið?

-Vit rokna við, at vit hava relativt góðar møguleikar at finna olju har og vóna at raka við olju longu í 1. boring. Eru vit hepnir, so kann verða talan um fund á stødd við Foinaven og Schiehallion á bretskum øki.

Hvat viðvíkur nøvnum á prospektum og keldum, so skilur Sosialurin, at verður olja funnin og talan er um eitt lønandi felt, so fær hetta eitt heilt nýtt navn - til ta tíð. Sokallaða prospektnavnið (tvs. tað økið teir síggja í undirgrundini og sum borað verður í) verður sjáldan heitið á sjálvari oljukelduni.