Statoil bjóðar øðrum við í loyvi

-og fer at umhugsa luttøku í 3. útbjóðing

-Eg vænti ikki, at tað fer at ávirka okkara støðutakan til 3. útbjóðing á landgrunninum, at hon er útsett í nakrar mánaðir. Hetta sigur stjórin í Statoil, Rúni Hansen, nú útbjóðingin verður seinkað nakað. Hann sigur, at tá endaliga útbjóðingin kemur, fara tey seriøst at hyggja at økinum og fara tá endaliga at gera av, um tey skulu bjóða ella ikki. Um tað verður tveir mánaðir fyrr ella seinni heldur Statoilstjórin ikki fer at hava nakra ávirkan.

 

Statoil var tað oljufelagið, sum fekk tillutað flest loyvi í 2. útbjóðing. Nøkur teirra 100%. Herfyri lat Statoil upp dataarúmið fyri loyvi 0011, sum liggur norðaliga upp at markinum. Hetta er ikki óvanligt. Rúni Hansen sigur, at Statoil umhugsar at selja út av loyvinum, so tey ikki hava 100%. Fleiri feløg hava longu verið í ”datarúminum”, og soleiðis sum skilst er møguleiki fyri, at onnur oljufeløg fara at keypa seg inn í hetta loyvið. Talan er um eitt loyvi, veit Sosialurin, sum táverandi norska oljufelagið Saga Petroleum fyrr hevur havt eitt sera gott eygað á. Seinni eisini Sagex og Geysir. Ùt frá jarðfrøðiligu kanningunum finst her eitt sera spennandi prospekt, nevnt Durita.