Statistur fær 18 milliónir krónur

Vegurin til Hollywood er ikki altíð líka lættur. Tað hevur hann í øllum førum ikki verið fyri Gabrielle Cedillo, sum í nøkur ár var statistur í fleiri filmum.

 

Gabrielle Cedillo fekk ein heilaskaða, tá hon skuldi spæla sjafførur í eini villari bilsenu í filminum Transformers 3 í september 2010.

 

Nú hevur hon fingið eitt endurgjald frá DreamWorks Studios áljóðandi 18,5 milliónir krónur.

 

Óhappið hendi, tá ein kápul fór gjøgnum forrútin á bilinum og rakti Gabrielle Cedillo í høvdið. Tyrla varð boðsend, og óhepni statisturin bleiv alt fyri eitt flogin á nærmasta sjúkrahús.

 

Sambært verjanum hjá unga statistinum hava Paramount Pictures og DreamWorks gjørt alt, tey kunnu, fyri at sleppa undan at gjalda læknarokningarnar

 

Óhappið er vánalig reklama fyri Paramount Pictures, tí Gabrielle Cedillo var ikki veruliga stuntkvinna. Hon var ein vanligur statistur og valdi at brúka sín egna bil, ein Toyota Sedan frá 2006, tá hon skuldi gera stuntið.

 

- Eingin av okkum vóru útlærd stuntfólk. Vit vanligu statistar fingu pengar fyri at brúka egnan bil til senurnar. Vit fingu ongantíð nakað at vita um møguligu vandarnar í samband við upptøkuna, sigur Gabrielle Cedillo, sum í dag hevur fingið ein varandi heilaskaða.

 

Óhappið hendi seinasta dagin, filmurin skuldi takast upp, og tískil bleiv filmspremieran av Transformers nakað seinkað.

 

Gabrielle Cedillo arbeiddi í 2008 í einum banka, men plagdi eisini at vera statistur, av tí at hon droymdi um eina karrieru innan filmsídnaðin.

 

- Hon hevur altíð droymt um at gerast sjónleikari og vera við í filmum, sigur beiggi hennara. Ólukkan undir filmsupptøkunum hevur tó gjørt, at Gabrielle Cedillo ongantíð verður filmsstjørna.