Týski filmurin "Lívið hjá hinum", sum er um virksemið hjá loyniligu løgregluni í gamla Eysturtýsklandi, Stasi, vann tvær virðislønir á evropeiska filmfestivalinum í Warszawa um vikuskiftið. Filmurin varð kostin tann besti evropeiski filmurin í ár, og Ulrich Muhle fekk virðisløn sum besti leikari.