Torbjørn Lützen gongur í 10. flokki í Eysturskúlanum. Hann er í starvsvenjing hjá Valdemar Lützen, her lærir hann at ekspedera, og so sleppur hann eisini viðhvørt at avreiða kundarnar.
? Eg læri alt møguligt her. Eg læri um øll møgulig amboð, og eg læri at avgreiða kundar, og onkutíð sleppi eg eisini at koyra trukk, sigur Torbjørn.
Hann hevur úr at gera, tí handilin er ógvuliga stórur, og har eru nógvir kundar.
? Eg sleppi at gera næst-an akkurát tað sama, sum hinir gera, ið arbeiða her.
Torbjørn er ógvuliga glaður fyri at vera í starvs-venjing hjá Valdemar Lützen.