Í starvsvenjing hjá løgregluni

Sólurun H. Olsen, sum er á starvsvenjing á Sosialinum, hevur prátað við onnur, sum eru í starvsvenjing

Sólrun H. Olsen

Í starvsvenjing á Sosialinum


Hvør er tú?

Tóra Frígerð Nolsøe, 16 ár, Dalur.


Hví valdi tú Løgreglustøðina?

Eg havið hugsað um eina útbúgving sum løgreglukvinna, so at eg fái innilit í, hvat man kann vænta sær í framtíðini.

Eftir at hava verið har nakrar dagar, heldur tú at hetta er eitt starv fyri teg?

Ja. Spenningur og gátur hevur mín størsta áhuga.

Hvat krevst av einum persóni til hetta arbeiðið?

Hann skal hava sterka psyku, halda høvdið kalt, gott tol, í sera góðari venjing, hjálparsamur, tí hetta er seinasti skansi hjá fólki, tey koma ikki altíð fyrst til ein løgreglumann/kvinnu at biðja um hjálp.

Hvussu er umhvørvið har?

Tað er sera gótt, øll halda saman.

Er hetta nakað tú vil mæla øðrum til at royna?

Ja, tað haldi eg. Tey skulu bara verða klár yvir, at myndin man hevur sett sær er als ikki tann sama, ið ein hevði væntað.

Hvat heldur tú um tíðarskeiðið tú er í starvsvenjing (tvær vikur)?

Kanska ov stutt, nei eg veit ikki, tað er nokk passaligt. Tað er ongantíð, at tú sleppur at royna alt her kortini. Løgreglan kann jú ikki seta eina klokkutíð á, nær eitt innbrot ella okkurt annað brot á lóðina, verður framt.

Tú hevur jú tagnarskyldu, men sleppur tú at royna nógv, so tú ikki situr fyri einki?

Ja, alt møguligt. Eg eri altíð uppá fartin, eg havi ikki tíð at keða meg.

Eru tað ofta næmingar í starvsvenjing á Løgreglustøðini?

Ja, umleið 10 um árið, og næmingarnir eru einans úr 10 fl.

Hvussu leingi tekur tað at læra til løgreglumann/kvinnu?

Royndartíðin er 3 ár frá tí tú byrjar í skúlanum til tú hevur fast arbeiði.

Hvat krevst fyri at sleppa inn á skúlan?

Peran skal verða so at siga í lagi (verður rópt aftan fyri Tóru, frá onkrum løgreglumanni, og látur er at hoyra).

Hvussu nógvir løgreglumenn/kvinnur eru í Føroyum?

Runt allar Føroyar eru uml. 90-95 løgreglufólk.

Hvat fer tú at gera aftan á 10 fl.?

Eg havi søkt inn á málsligu deild á studentaskúlanum í Hoydølum. So er meiningin, um tað vil so verða, at fara niður at læra.