Starvsvenjing hjá Grímu og í Lindini

Vit hava tosað við tveir næmingar í 9. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla. Annar er í starvsvenjing hjá Grímu og hin í Lindini.

Barbara H. Olsen úr Havn er í starvsvenjing hjá Grímu. Tað dámar henni sera væl. Hon hevur m.a. seymað leikbúnar, verið í sjónvarpinum og hugt eftir sjónleikarunum, meðan teir hava sett røddir til ein teknifilm. Í vikuskiftinum skal hon til Nólsoyar til eina sjónleikarastevnu.
Barbara valdi at fara í starvsvenjing hjá Grímu, tí hon er sera áhugað í sjónleiki. Hon heldur, at tað kundi verði stuttligt at arbeitt við hesum seinni í lívinum.
Við einum stórum smíli sigur Barbara okkum, at tað er gott, at skúlin skipar fyri starvsvenjing. Hon sigur, at tú lærir nógv ymiskt, og tað er gott, at henni ikki nýtist at fara í skúla í heilar tvær vikur.

Ragnar Djurhuus úr Havn er í starvsvenjing í Lindini. Honum dámar sera væl at vera her.
Hann hevur roynt nógv ymiskt t.d. hevur Ragnar viðgjørt gamlar sangir, hevur sjálvur gjørt eina lýsing, og seinni skal hann gera eina sending.
Ragnar sigur okkum, at hann heldur, at tað hevur verið nógv stuttligari enn væntað. Hann sigur eisini, at hann heilt avgjørt vil arbeiða við tílíkum seinni í lívinum.
Hann heldur, at tað er nógv meira spennandi og stuttligari at vera í starvsvenjing enn at vera í skúla.