9.Á í Tórshavnar Kommunuskúla er í hesum døgum í starvsvenjing.
Hví hevur tú valt Norðurlandahúsið?
Tí at mær dámar væl tónleik og tøkni. Hetta er tað einasta staðið, sum hevur báðir møguleikarnir.
Hvussu dámar tær at vera í starvsvenjing her?
Her er fínt. Ikki so nógv at gera í løtuni, tí tað akkurát hevur verið ein framsýning. Men nú verður ein framsýning afturat, so her verur nógv at gera.
Hvat hevur tú gjørt?
Eg havi millum annað hjálpt til við Listaleypinum, sitið í móttøkuni og hjálpt húsavørðinum.
Hvat hopar tú, at tú fer at sleppa?
Eg hopi at eg sleppi at hjálpa við Ritual, sum er ein breakdance framsýning sum verður á skránni fríggjadagin.
Hvussu dámar tær hetta, í mun til skúlan?
Heilt øðrvísi enn skúlin og kann ikki heilt samanberast.
Kundi tú tonkt tær at arbeitt her?
Hvør veit, kanska.










