Í starvsvenjing á Bilasøluni í Hoyvík

Frá mánadegnum 16. til fríggjadagin 27. januar var Fríði Magnusson Olsen, sum gongur í 9. a í Runavíkar skúla, í starvsvenjing á Bilasøluni í Hoyvík.

Fríði er 15 ára gamal (verður 16 í mai) og rituvíkingur. Honum dámar væl at skúva og arbeiða við ymiskum mekaniskum, tí valdi hann at koma á eitt bilverkstað í starvsvenjing. Har fekk hann innlit í hvussu tað gongur fyri seg. Honum dámdi best á skaða- og lakkeringsdeildini.

Fríði sigur við Sosialin, at hann ger ongan ítrótt, men hann hjálpir ofta beiggja sínum at bóndast. Annars kundi hann eisini hugsað sær at havt okkurt arbeiði afturat, so um onkur hevur brúk fyri ein stórum og sterkum manni at hjálpa sær, so er bara at ringja til 261920.