Drekkivatn
Mánamorgunin var Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fundi við Tórshavnar kommunu um støðuna viðvíkjandi drekkivatninum.
Dánial K. Christiansen, sum umboðaði HS á fundinum, sigur, at stovnurin hevur álit á, at Tórshavnar kommuna tekur neyðugu stigini, soleiðis at vatnið úr Havnardali verður í lagi aftur.
- Vit hava gott samstarv við Tórshavnar kommunu og ivast onga løtu í, at høvuðsstaðarkommunan fer at taka tey stig, sum neyðug eru, sigur Dánial K. Christiansen.