Starvssetanir innan fólkaskúlaøkið

Tíðindaskriv

Mentamálaráði skal við hesum boðað frá, at hesi leiðarastørv eru sett innan fólkaskúlaøkið:
Mentamálaráðið
Frá 1. juli 2002 er Emmy Joensen, Miðvágur, sett sum fulltrúi í Fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum.
Emmy Joensen er 43 ár, tók læraraprógv 1987. Hevur verið lærari í Miðvágs /Sandavágs skúla frá 1. august 1987, skúlastjóri við sama skúla frá 1. august 1992.
Miðvágs- Sandavágs skúli
Frá 1. august 2002 er Hans Jørgensen, Miðvágur, settur sum skúlastjóri í Miðvágs/Sandavágs skúla.
Hans Jørgensen er 57 ár, tók læraraprógv 1972. Hevur verið lærari í Miðvágs- Sandavágs skúla frá 1. august 1972.
Vestmanna skúli
Frá 1. august 2002 er Símin Simonsen, Vestmanna, settur sum skúlastjóri í Vestmanna skúla.
Símin Simonsen er 52 ár, tók læraraprógv 1975. Hevur verið lærari í Vestmanna skúla frá 1. august 1975.

Tvøroyrar skúli
Frá 1. august 2002 er Finn J. Thomsen, Tvøroyri, settur sum deildarleiðari í Trongisvágs skúla.
Finn Thomsen er 46 ár, tók læraraprógv 1982. Hevur verið lærari í Tvøroyrar skúla frá 1. august 1982.
Eysturskúlin
Frá 1. august 2002 er Jógvan Martin Mørk, Tórshavn, settur sum 2. varaskúlastjóri í Eysturskúlanum.
Jógvan Martin Mørk er 51 ár, tók læraraprógv 1980. Hevur verið lærari í Eysturskúlanum frá 1. august 1980.
Tórshavnar Kommunuskúli
Frá 1. august 2002 er Johannes Eli Iversen, Tórshavn, settur sum 2. varaskúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla.
Johannes Eli Iversen er 54 ár, tók læraraprógv 1972. Hevur verið lærari í Tórshavnar Kommunuskúla frá 1. august 1972.
Sumbiar skúli
Frá 1. august 2002 er Arnfinnur Bjarkhamar, Vágur, settur sum fyrstilærari í Sumbiar skúla.
Arnfinnur Bjarkhamar er 51 ár, tók læraraprógv 1995. Var lærari á Leiti til 1. august 2001, tá hann var fyribilssettur fyrstilærari í Sumba.
Skopunar skúli
Frá 1. august 2002 er Símun av Skarði, Sandi, settur sum fyrstilærari í Skopunar skúla.
Símun av Skarði er 57 ár, tók læraraprógv 1970. Hevur verið lærari í Sandoyar Meginskúla frá 1. august 1979.