Starvsnevndin víðkað

Javnaðarflokkurin valdi á landsstevnuni í dag fýra nýggj umboð í starvsnevndina

Fýra nýggir limir komu í starvsnevdina hjá Javnaðarflokkinum, tá landsfundurin fyri løtu síðani atkvøddi um, hvørjir limir skulu manna nevndinia komandi árið.

Nevndin er nú víðkað við tveimum limum og tveir av gomlu limunum, ið ikki tóku við afturvali, eru skiftir út.

Á landsfundinum í Skopun í fjør varð gjørt av, at starvsnevndin skuldi víðkast við tveimum limum. Næstformennirnir skulu nú vera tveir, harav annar skal vera kvinna. Harumframt skal talið av vanligum nevndarlimun nú vera ein meira enn áður.

Fundurin í dag samtykti, at avgerðin í Skopun var røtt, hóast talan var um eitt broytingaruppskot til eitt uppskot, ið varð tikið aftur.

Nýggju limirnir í starvsnevndini eru nú Jansy Olsen úr Eysturoyar Javnaðarfelag, Katrin Dahl Jacobsen og Bergur Dam úr Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og Ragnhild Olsen frá SU.

Bergur Dam og Jansy Olsen hava nú tikið við sum næstformenn eftir Dan Reinhert Petersen, sum hevur verið næstformaður seinastu árini.