Formenninir í fótbóltsfeløgunum hava í allan dag fundast um trupulleikarnar í Fótbóltssambandinum. Starvsnevndin hevur fleiri ferðir verið á fundi saman við formonnunum, og formenninir hava eisini viðgjørt málið fyri seg sjálvar.
Fundurin endaði nakað eftir hálvgum seks, og niðurstøðan er, at starvsnevndin sjálv skal loysa trupulleikarnar í FSF. Higartil hevur starvsnevndin gingið í tveimum bólkum í málinum um aðalskrivaran, sum er seinasta stríðsmálið.
- Feløgini hava álagt starvsnevndini at loysa verandi samstarvstrupulleikar á starvsnevndarfundi í komandi viku, sigur Kristjan á Neystabø, formaður í B36, sum var talsmaður fyri formenninar
Er tað nóg mikið fyri at loysa stríðið?
- Ja, tað er nóg mikið.
Hava tit sagt nakað um konsekvensir, um tað ikki eydnast starvsnevndini at finna eina semju?
- Nei, vit hava givið starvsnevndini greið boð um at loysa samstarvstrupulleikarnar.
Høgni í Stórustovu, forseti í Fótbóltssambandinum, hevur vónir um, at tað fer at bera til at loysa knútin.
- Vit hava fingið greið boð frá feløgunum um at finna eina loysn, og tað skulu vit gera. Endamálið við fundinum í dag var at fáa eina útmelding frá feløgunum, og tað hava vit fingið, sigur Høgni í Stórustovu.
Er hetta nóg mikið til, at tit finna eina loysn?
- Boðini eru greið, og nú fer tíðin at vísa, hvat tað endar við.