Starvsnevndin í ÍSF syndrað

Einans tveir limir eru eftir í starvsnevnd ÍSFs, nú Sølvi Reinert Hansen hevur tikið seg úr nevndini. Hon er sostatt ikki viðtøkufør.

Enn ein limur hevur nú tikið seg úr starvsnevnd ÍSFs. Talan er um Sølva Reinert Hansen, sum hevur boðað nevndini frá, at hann ikki longur er at rokna sum limur í nevndini.

 

Sølvi Reinert Hansen er triðji av teimum fimm starvsnevndarlimunum, ið hevur lagt frá sær. Herfyri segði Katrin Abrahamsen seg úr nevndini, tí hon metti, at meiri brúk var fyri henni í Fimleikasambandinum. Síðani boðaði Petur Elias Petersen frá, at hann legði frá sær sum forseti í ÍSF og tí eisini sum limur í starvsnevndini.

 

Hetta merkir, at starvsnevndin í ÍSF eftir øllum at døma ikki er viðtøkufør longur. Einans tveir limir eru eftir í nevndini, virkandi forsetin í ÍSF, Peter Ove Petersen, og Anna Rein.

 

Tað er tó ikki í langa tíð, at ÍSF verður uttan eina viðtøkuføra starvsnevnd. Aðalfundur er lýstur at vera 20. mai, og tá skulu nýggj fólk veljast í nevndina.