Fyri lítlari løtu síðani komu boð úr fundarhølunum á Hafnia, har formenninir fyri føroysku feløgini hava fundast seinastu knøppu fimm tímarnar.
Hesa ferð vóru boðini, at Starvsnevndin skuldi koma inn í fundarhølini, og tí kann roknast við, at ein niðurstøða er gjørd í tvídráttinum millum forseta og aðalskrivara. Ein tvídráttur, sum eisini er ein tvídráttur millum meiri- og minniluta í Starvsnevndini.









