Næmingar hjálptu til á Dímunargarði

- Tær hava verið í fjósinum morgun og kvøld. Tær hava arbeitt við skinnum, og tær hava eisini tikið røtur upp. 

 

 

 

- Á garðinum hava tær verið óførar at hjálpt til við tí, sum er at gera á einum, siga tey í Stóru Dímun.

Á Dímunargarði í Stóru Dímun fegnast tey um, at tey seinastu tvær vikurnar hava havt starvsnæmingar úr Havn, Elisabet Sofíu Larsen og Mariu Vesturdal.

 

Tær ganga báðar í NámX í Eysturskúlanum, og á Dímunargarði hava tær verið óførar at hjálpt til við tí dagliga, sum er at gera á einum garði.

 

- Tær hava eitt nú verið í fjósinum morgun og kvøld; tær hava arbeitt við skinnum, og tær hava eisini tikið røtur upp. 

 

Á Facebook-síðuni hjá Dímunargarði takka tey fyri hjálpina, sum starvsnæmingarnir hava veitt á garðinum hesar tvær vikurnar, samstundis sum teimum verður ynskt alt tað besta.

 

- Túsund takk fyri, at genturnar kundu koma í starvslæru hjá tykkum. Eitt upplivilsi fyri lívið, verður skrivað á tráðnum hjá Dímunargarði.

 

##med2##

 

Á sama tráði lesa vit eisini eina aðra heilsu til tey á Dímunargarði, nú starvsvenjingin í Stóru Dímun hjá Elisabet Sofíu Larsen og Mariu Vesturdal er liðug.

 

- Takk fyri, at tær kundu koma á garðin at arbeiða. Vit hava fingið eina vælnøgda damu heimaftur.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at fyri sløkum ári síðan vóru tveir næmingar úr Klaksvík eisini á Dímunargarði í starvsvenjing.

 

##med3##


 

 

- Á garðinum hava tær verið óførar at hjálpt til við tí, sum er at gera á einum, siga tey í Stóru Dímun.