Starvsmannafelagið varpar ljós á whistleblowing

Á fólkafundinum fer Hans Petur Joensen at tosa um sínar royndir.

Starvsmannafelagið fer leygardagin at varpa ljós á whistleblowing. Tað ger felagið leygardagin, tá fólkafundurin verður hildin í Havn.


Felagið skrivar í tíðindaskrivi, at talan er um eitt aktuelt evni, ið neyðugt er at fáa fram í ljósi. Eitt uppskot hevur verið fyri á tingi, um at seta í verk eina føroyska varskógvaraskipan, men tað fall. Starvsmannafelagið er tó bjartskygt um, at tað fer at eydnast nýggju samgonguni at samtykkja uppskotið.


Fyri at tosa um evnið, hevur felagið heitt á Hans Petur Joensen, ið sjálvur rópti varskó um viðurskiftini á Strandferðsluni á sinni, at tosa um sínar royndir.


Hans Petur Joensen var fíggjarleiðari á Strandferðsluni, tá hann vendi sær til løgtingsins fíggjarnevnd í samband við fíggjarstøðuna hjá stovninum. Avleiðingin var, at fíggjarleiðarin misti starvið.


Eftir fyrilesturin hjá Hans Peturi Joensen verður kjak millum tveir politikarar, sum eru ávikavist fyri og ímóti eini varskógvaraskipan í fyrisitingini hjá kommunum og landinum.