Eirikur Lindenskov
Í kvøld millum klokkan 19 og 21 stendur tøknidepulin hjá Postfelagnum á Tinghúsvegnum í Havn opin fyri øllum limunum í Starvsmannafelagnum, sum hava áhuga at royna seg á internetinum. Hetta verður gjørt fyri at kunna tey áhugaðu um teir møguleikar, sum liggja í stóra telduútbúnaðinum hjá Postfelagnum og somuleiðis fyri at fáa eina hóming av, hvussu mangir limir hava áhuga í tilboðnum, sum Starvsmannafelagið nú bjóðar sínum limum, stendur at lesa í nýggjasta Starvsblaðnum.
Starvsmannafelagið hevur avtalað við Postfelagið at læna útbúnaðin ein tíma um vikuna til limirnar.