Eirikur Lindenskov
John Johannessen
Klokkan hálvgum trý í dag varð fundur hildin í hølum Starvsmannafelagsins í J. C. Scrøtersgøtu í Havn. Evnið á fundinum var viðgerð av semingsuppsmkotinum, semingsmennirnir komu við beint eftir døgurða. Fyrst legði nevndin í Starvsmannafelagnum uppskotið fyri álitsfólk felagsins, síðani sluppu umboð fyri onnur feløg at síggja uppskotið, og sum Sosialurin skilir, vrakaðu hesi uppskotinum.
Eftir fundin við hini feløgini í sáttmálaloysi, helt nevndin í Starvsmannafelagnum ein innanhýsis fund, og síðani varð aftur farið til álitisfólkini. Á hesum fundi varð staðfest, at limir Starvsmannafelagsins høvdu avgjørt at vraka uppskotinum, og sum Sosialurin skilir, var breið semja um hesa avgerð. Limirnir klappaðu, tá greitt varð frá, at tað var avgjørt at vrakað uppskotinum.
Semingsuppskotið gekk út uppá eina hækkan av lønunum á 2,7% 1. mars í ár og aftur 2,7% 1. mars næsta ár. Harafturat skuldu karensdagarnar takast burtur, og merkir hetta 1,1 % afturat. Semingsmenninir siga, at tilsamans var talan um eina hækkan av lønunum á 6,5 %.
Fíggjarmálatýrið góðtók uppskotið, so talan er ikki longur um bæði verkfall og verkbann, men bert um verkfall.