Starvsmannafelagið ávarar Løgtingið

Starvsmannafelagið lovar rok á arbeiðsmarknaðinum aftur í heyst, um Løgtingið leggur upp í trætuna millum maskinmeistararnar og SEV. Einasta, sum verður góðkent, er at Løgtingið góðkennir undirskrivaða sáttmálan, sum partarnir hava undirskrivað

»Vrakar Løgtingið gjørda sáttmálan, eru tit samsek í, at vit aftur til heystar hava ruðuleika á arbeiðsmarknaðinum.«
Soleiðis skrivar Starvsmannafelagið í opnum brævi til Føroya løgting. Orsøkin er, at Løgtingið klokkan 19 týskvøldið eftir ætlan skuldi leggja upp í trætuna, sum hevur tikið seg upp millum SEV og maskinmeistararnar.
Høgni Hoydal, virkandi løgmaður, kallar støðuna fyri neyðrætt, tí vandi er fyri, at landið verður lagt í streymloysi, um maskinmeistararnir sum fráboðað fara heim klokkan 13.30 mikudagin.
Landsstýrið ætlar at lóggeva fyri, at gamli sáttmálin heldur fram, til ein nýggjur er gjørdur. Men hesum ávarar Starvsmannafelagið staðiliga ímóti, tí so tekur løgtingið samráðingarrættin frá fakfeløgunum.
»Um løgtingið ikki nýtir hetta høvi at staðfesta gjørdan, fult lógligan sáttmála, gera tit tykkum samsek í tí ruðuleika, sum arbeiðsgevararnir hava koyrt føroyska arbeiðsmarknaðin í«, sigur Starvsmannafelagið í opna brævinum.
Tað hóvar felagnum lítið, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, grundgevur sína afturvísing av sáttmálanum hjá SEV við miðallønarvøkstrinum.