Leygardagin hevði Starvsmannafelagið aðalfund fyri 42. ferð. Í dag eru umleið 1800 limir í Starvsmannafelagnum. Rættiliga nógvir fólk var á fundi, har vanlig felagssmál vóru til viðgerðar, sigur felagið í tíðindaskrivi. Nevndarval var eisini á skránni. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Teir vóru John Kjær og Selma Ellingsgaard, sum bæði vórðu afturvald. Hinir nevndarlimirnir í Starvsmannafelagnum eru Gunnleivur Dalsgarð, formaður, Heini Joensen og Suni Selfoss. Sum tiltakslimir vórðu vald: Karin Elisa Niclasen og Kartni Ravnsfjall. Beint aftaná aðalfundin hevði eftirlønargrunnur felagsins eisini aðalfund og har vóru John Kjær, Gunnleivur Dalsgarð og Jákup Danielsen afturvaldir í nevndina.