Starvsmannafelagið undrast á setanir í Klaksvík

– Tað er løgið, at Klaksvíkar Kommuna í fjølmiðlunum boðar frá, at fólk verða flutt í onnur størv, uttan at hesi størv eru lýst leys, og tí fara vit nú at kanna, hvussu fram er farið í samband við bygnaðarbroytingarnar í umsitingini hjá Klaksvíkar kommunu.

Tað sigur sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, við Norðlýsið.

Tað var tann 14. september, at býráðið í Klaksvík boðsendi lokala fjølmiðlinum, Norðlýsinum, á tíðindafund, har borgarstjórin og ein ráðgevi frá »2improve« løgdu nýggja bygnaðin fram fyri blaðstjóranum á Norðlýsinum. Hinir miðlarnir fingu eina »kunning« frá Gunvá við Keldu sendandi í telduposti nakrar tímar seinni. Sambært Norðlýsinum høvdu starvsfólkini fingið somu kunning sama fyrrapart.

– Nú er komið fram, at henda sama fríggjadag, sum býráðsleiðslan kunnar pressuna, høvdu deildarleiðararnir munnliga fingið at vita, at teir skuldu flytast í annað starv, og sum skilst kom hetta ógvuliga óvæntað, skrivar Norðlýsið, og tað undrar Selmu Ellingsgaard, sum nú fer at kanna málið nærri.