Starvsmannafelagið og KAF hava gjørt semju

Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava í dag skrivað undir nýggjan trý ára sáttmála.

Sáttmálin gevur kommunalt settum limum hjá Starvsmannafelagnum eina lønarhækking á 440 krónur fyrsta árið til mánaðarlønir, ið eru lægri enn 32.000 kr., mánaðarlønir 50.000 kr. og yvir hækka ikki. Linjurætt fall har ímillum.

1. oktobur komandi ár er ein lønarhækking á 190 krónur plus 0,9 prosent, og 1.oktobur 2014 er lønarhækkingin 1,9 prosent.

Differentieringin dettur burtur í 2013.

Sostatt er talan um somu lønarhækking, sum í semjuni við Fíggjarmálaráðið.

Harumframt eru ymsar ásetingar komnar í semjuna, sum bara eru galdandi fyri kommunala økið, sum t.d.fyri sløkkiliðsfólk, dagrøktarar og SEV.

Eisini eru partarnir m.a. samdir um at fara undir í felag at skipa fyri átøkum, sum kunnu økja um trivnaðin í tí kommunala geiranum.