Selma Ellingsgaard, ið er forkvinna í Starvsmannafelagnum, harmast um hópuppsøgnina á Føroya Tele í morgun.
- Eg haldi at tað er ótrúliga keðiligt við einum so ógvusligum inntrivi, men vit hava tosað við leiðsluna á Føroya Tele og við starvsfólkini, og tað sær út til at alt er farið reiðiliga fram. Okkara partur í málinum er at tryggja, at alt er farið virðiliga og reiðiliga fram, og at allar ásetingar í sáttmálanum okkara millum verða fylgdar, umframt at hjálpa uppsøgdu starvsfólkunum víðari við at finna eitt nýtt starv, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Hon váttar samstundis, at Starvsmannafelagið framvegis hevur nógvar limir í fyritøkuni, og kemur at fylgja støðuni hjá fyritøkuni neyvt framyvir.
- Uppsagnargrundin hjá Føroya Tele er at kappingin er herd, og at teir síggja hetta sum neyðugt inntriv og einasta útveg. Vit hava roynt at finna útav, um ikki aðrir møguleikar eru enn uppsagnir, og um aðrar inntøkukeldur kunnu finnast, men tað sær ikki soleiðs út. Vit hava nú hoyrt leiðsluna í Føroya Tele, og teir hava greitt okkum frá støðuni, og at hetta tykist verða einasti útvegur, greiðir Selma Ellingsgaard frá.