Starvsmannafelagið fyrireikar seg til val

Fakfelagið ætlar at seta dagsskránna til næsta løgtingsval

Til næsta løgtingsval ætlar Starvsmannafelagið at vera við til at seta dagsskránna. Í dag boðar felagið nevniliga frá í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum, at fakfelagið hevur sett skjøtul á arbeiði at orða nøkur kjarnumál til næsta val. Endamálið við kjarnumálunum er at varpa ljós á tey og vinna undirtøku fyri teimum í politisku skipanini.


- Tá álitisfólkini í Starvsmannafelagnum í gjár hittust til fasta álitisfólkafundin, var tað millum annað fyri at taka støðu til hvørji kjarnumál felagið skal varpa ljós á til eitt komandi løgtingsval.


- Undir yvirskiftini Kjarnumál 2019 kjakaðust álitisfólkini um og gjørdu uppskot til komandi kjarnumál. Umleið 80 álitisfólk vóru á fundinum, og arbeitt varð saman í bólkum, har hvør bólkur kom við sínum tilmæli og viðmerkingum, skrivar fakfelagið í tíðindaskrivi.


Frammanundan hevði nevndin í Starvsmannafelagnum longu orða uppskot til átta kjarnumál, ið fundarfólkini tóku støðu til í gjár, umframt at tey fingu møguleikan at gera onnur uppskot.


Starvsmannafelagið er farið undir tilgongdina at orða kjarnumálini, aftaná at felagið gjørdu tað sama til síðsta løgtingsval, tá felagið varpaði ljós á 12 kjarnumál, ið vóru almannakunngjørd í einum serblaði og á heimasíðuni hjá felagnum, umframt at ljós bleiv varpað á kjarnumálini í greinum, á almennum fundum og í útvarpssendingum. Tann royndin eydnaðist so mikið væl, at felagið hevur samtykt at royna tað aftur til komandi val.


- Kjarnumálini sóust aftur í valskráum og valstríðnum í 2015, og eisini í samgonguskjalinum, ið nývalda samgongan gjørdi.


- Okkurt av málunum hevur eisini verið at sæð aftur í lógaruppskotum, sum einstøk løgtingsfólk hava sett fram.


- Samanumtikið hava royndirnar verið so mikið góðar, at nevndin í Starvsmannafelagum hevur avgjørt at taka táttin  uppaftur til næsta val, skrivar felagið.


Upplýst verður, at tað verður nevndin, ið fer at taka samanum og gera arbeiðið liðugt at velja og orða kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum fyri 2019.