Starvsmannafelagið hevur nú erið í verkfalli, ella rakt av verkbanni, í meira enn eina viku. Men mong hava lýst samhuga og givið stuðul.
Mikudagin 24.mars fekk Starvsmannafelagið hesi gleðiligu boðini frá grannunum í Íslandi: Vit hava gjørt av at lata tykkum hundraðtúsund
føroyskar krónur sum stuðul í stríði tykkara fyri rættvísi á arbeiðsmarknaðinum.
Tað er íslendska "Sambandið" fyri starvsmannafeløg kring alt Ísland, Bandalag Starfsmanna Ríkis og Bæja, ið letur
føroyska Starvsmannafelagnum hesa kærkomnu gávu. Ikki færri enn 39 feløg við limum á almenna íslendska
arbeiðsmarknaðinum eru limir í móðurfelagnum, BSRB.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, fegnast um stórfingnu gávuna úr Íslandi.
- Tað fløvar at síggja, at stríðið fyri rættvísi á føroyska arbeiðsmarknaðinum eisini vekir áhuga og samkenslu í
grannalondunum. Hetta er tekin um, at fakfelagsstríðið her heima vinnur forstáðilsi langt út um landoddarnar. Og tað sigur
eisini nakað um, hvussu væl og sterkar fakfelagsrørslurnar í Norðurlondum standa saman. Og hetta átti at fingið ein og
annan her heima at rakna við, sigur Gunnleivur Dalsgarð.