Aðalfundur
Leygardagin komandi heldur Starvsmannafelagið aðalfund í Havnar Klubba.
Formaðurin í felagnum, Gunnleivur Dalsgarð, sigur, at formansval er ikki aftur fyrr enn næsta ár, og tí verður einki formansskifti hesaferð.
- Hetta verður ein vanligur aðalfundur við teirri fundarskrá, sum lóg felagsins ásetir. Tey heilt stóru málini eru ikki á skránni hesaferð, sigur hann.
Gunnleivur vísir á, at sáttmálarnir við kommunurnar og fíggjarmálaráðið ganga út, 1. oktober í ár, og felagið er í holt við at fyrireika seg til samráðingarnar, sum verða. Sáttmálarnir við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum umboðar Føroya Tele og við SEV, ganga út, 1. apríl, komandi ár.
- Hesi mál verða helst eisini til umrøðu á aðalfundinum, sigur hann.
Ein avbjóðing
Gunnleivur Dalsgarð tók við sum formaður í Starvsmannafelagnum, tá ið Jákup Danielsen legði frá sær í úrtíð á heysti í 1997. Við valið í 1998 varð Gunnleivur valdur til formann, og hevur hann verið formaður í felagnum síðan.
- Eg visti ikki, at Jákup fór at leggja frá sær. Tí var tað ein stór avbjóðing at taka við formanssessinum so brádliga.
Gunnleivur var trý ár í nevndini í Starvsmannafelagnum, áðrenn Jákup legði frá sær, og Gunnleivur gjørdist formaður.
- Tað er stórur munur á at vera vanligur nevndarlimur í einum slíkum felag - og so at vera formaður, sigur Gunnleivur Dalsgarð.