Starvsmanafelagið fyrireikar uppleggið

 Tað er kanska ikki so løgið, at landsstýrismaðurin roynir at mála fanan á veggin, nú sáttmálasamráðingarnar standa fyri framman, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í starvsmannafelagnum

Starvsmannafelagið fyrireikar seg í hesum døgum til samráðingar við tað almenna um nýggjan sáttmála. Nógvir almennir sáttmálar fara úr gildi 1. oktober, og samráðingarnar um nýggjan sáttmála byrja innan stutta tíð.
Seinnapartin týsdagin hevði Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sent boð eftir formonnunum í fakfeløgunum, sum skulu samráðast við tað almenna komandi tíðina. Har skuldi hann greiða teimum frá støðuni hjá tí almenna undan sáttmálasamráðingunum.
 Tað er kanska ikki so løgið, at landsstýrismaðurin roynir at mála fanan á veggin, nú sáttmálasamráðingarnar standa fyri framman, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í starvsmannafelagnum, og sipar til tíðindini um, at tað almenna skal spara fyri einar 200 milliónir á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006.

Taka atlit
Boðini frá landsstýrismanninum fara ikki at kollvelta nakað upplegg hjá Starvsmannafelagnum.
 Vit arbeiða nú við okkara útspælið til samráðingarnar, og vit taka tey altit, sum vit halda verða neyðugt. Okkara uppgáva er at tryggja so góðar umstøður sum gjørligt til okkara limir, og samfelagssinnið er altíð ein partur av viðgerðini hjá okkum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann roknar við, at sáttmálasamráðingarnar fara at byrja fyrsta dagin, men hann tóktist ikki sørt spentur at hoyra, hvat landsstýrismaðurin hevði at siga við fakfeløgini seinnapartin týsdagin.